Iran gjørt framstig við kjarnorkuni

Teir iransku kjarnorkuverkfrøðingarnir hava gjørt munagóð framstig í royndunum at gera kjarnorkuløðingar. Tað skriva fleiri fjølmiðlar í Ísrael í dag, og upplýsingarnar hava teir frá embætismonnum í ísraelsku stjórnini og úr USA.

Eitt nú skrivar blaðið Haaretz við einum ónevndum ísraelskum embætismanni sum keldu, at sambært einari nýggjari amerikanskari fregnartænastufrágreiðing hava iranar gjørt munandi framstig í arbeiðinum at menna eina kjarnorkuløðing til rakettir. Sambært kelduni hjá blaðnum eru iranar komnir nógv longri við hesum arbeiðinum, enn eftirlitsfólk hjá ST og altjóða kjarnorkueftirlitinum IAEA vita um.

Haaretz og blaðið Hayom skriva, at tíðindini um framstigini hjá iransku kjarnorkuverkfrøðingunum kunnu skunda undir tað ísraelska kjakið um møgulig álop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran.

Stýrið í Iran heldur uppá, at landið ætlar sær at bara brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men Ísrael, USA og fleiri onnur lond í Vesturheiminum bera ótta fyri, at landið í veruleikanum roynir at útvega sær kjarnorkuvápn. Hesin illgrunin hevur gjørt, at fleiri lond hava sett ymisk tiltøk í verk ímóti Iran fyri at fáa landið at samarbeiða.