Iran fyrireikar mannaða rúmdarferð

Iran hevur sett sær fyri at senda eitt mannað rúmdarfar út í rúmdina um níggju ár. Tað sigur landsins forseti, Mahmoud Ahmadinejad. -Fyri at svara tiltøkunum, sum okkara fíggindar seta í verk ímóti okkum. hava vit gjørt av at framskunda ta fyrstu mannaðu rúmdarferðina fimm ár, segði forsetin við stjónvarpsstøðina Press TV.

Í fjør sendi Iran fylgisveinin Omid út í rúmdina, og fyri fimm mánaðum síðani gjørdi landið eina roynd við einari rakett av slagnum Kavoshgar-3, sum kann flyta fylgisveinar út í rúmdina.