Eftir drúgvar samráðingar hevur trygdarráðið hjá ST samtykt at áleggja Iran at steðga sínum kjarnorkuvirksemi innan 30 dagar. Samtyktin er ein neyðsemja. USA og Bretland vóru fyri at hótta Iran við revsitiltøkum, men tá Russland og Kina ikki vildu taka undir við tí, samdust londini um eina neyðloysn.
Iranska stjórnin svaraði alt fyri eitt, at hon fer ikki at slaka fyri trýsti frá ST ella øðrum, og at landið fer at halda fram við kjarnorkuverkætlanini. Samstundis endurtók stjórnin í Teheran, at kjarnorkan skal einans nýtast til at nøkta tann stóra orkutørvin í landinum, og at Iran hevur ongar ætlanir um at útvega sær kjarnorkuvápn.
Amerikanska stjórnin hevur fleiri ferðir hótt við at brúka hermegi fyri at noyða Iran at slaka, men russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, segði í gjár, at hvørki Russland ella Kina fara at góðtaka eina slíka loysn.
Russiska stjórnin hevur roynt at fáa Iran at góðtaka, at Russland skal ríka uran fyri iranar, men hóast USA var sinnað at góðtaka eina slíka loysn, vildi Iran ikki taka av. Iranski stjórnartalsmaðurin segði í gjár, at iranar vilja sleppa at ríka uranið sjálvir, tí einki land kann dúva uppá, at ein so týðandi partur av kjarnorkuni skal koma uttaneftir.
Í morgun hittust uttanríkisráðharrarnir úr Týsklandi, Fraklandi, Bretlandi og USA í Berlin, har teir skuldu viðgera støðuna saman við uttanríkispolitiska samskiparanum hjá ES, Javier Solana, og leiðaranum á altjóða kjarnorkueftirlitinum, Mohammed ElBaradei.