Iran aftur til reiðar at samráðast

Iranska stjórnin er sinnað at taka samráðingarnar um landsins kjarnorkuverkætlan uppaftur í september. Tað segði Manouchehr Mottaki, uttanríkisráðharri, tá hann var á vitjan í Portugal í gjár.

Uttanríkisráðharrin legði tó afturat, at Iran vil hava fleiri lond upp í samráðingarnar. Higartil hevur Iran samráðast við USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland, men nú vil iranska stjórnin hava fleiri lond til samráðingarborðið, segði Mottaki.

Politiskir eygleiðarar halda, at boðini um, at Iran er sinnað at taka samráðingarnar uppaftur, hava samband við, at uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, júst hevur biðið stjórnina í Teheran koma aftur til samráðingarborðið.