Irakski forsetin, Jalal Talabani, er farin til Jordan at leita sær læknahjálp. Forsetaskrivstovan í Bagdad sigur, at tann 73 ára gamli forsetin hevur havt úr at gera teir seinastu dagarnar, og at hann eftir øllum at døma hevur gjørt ov nógv av.
Óváttað tíðindi vildu í gjárkvøldið vera við, at hann hevði havt ein hjartatilburð, men tað avsannaði sonur hansara.
Jalal Talabani, sum er kurdi, var norðuri í kurdiska landspartinum leygardagin, har hann hitti amerikanska sendiharran í Irak.
-Hann hevur overvað seg, sigur talsmaðurin hjá forsetanum.