Irakar skylda nógv

Irak skyldar sínum arabisku grannum meiri enn 67 milliardir dollarar, og landið skyldar eisini fleiri øðrum londum pengar. Nú sigur forsætisráðharrin, Nouri Maliki, við BBC, at hann og stjórnin ætla sær at biðja grannarnar og altjóða samfelagið strika ein part av skuldini. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, hevur heitt á heimsins tjóðir um at hjálpa irakska fólkinum at byggja landið uppaftur, og tað kann millum annað gerast við at lætta um skuldina hjá landinum, sigur hon. Spurningurin um iraksku skuldina verður viðgjørdur á ráðstevnu í Svøríki í hesum døgum, har umboð fyri umleið 100 lond tosa um, hvussu Irak skal endurbyggjast eftir kríggið.