Irak verður lagt lamið longu ta fyrstu náttina

Amerikanararnir hava longu lagt álopsætlanina ímóti Irak klára. Longu ta fyrstu náttina verður landið lagt fullkomiliga lamið.

Eftir ætlanini, sum serfrøðingarnir í verjumálaráðnum Pentagon hava lagt, skulu amerikanararnir oyðileggja radarstøðir, samskiftisstøðir og myrkaleggja alt Irak longu ta fyrstu náttina, gevur George W. Bush, forseti boð um álop.

Tað fyrsta, sum Saddam Hussein og hansara menn fara at varnast, verður, at alt radarkervið, sum skal halda eyga við fremmandum flogførum, er oyðilagt. Tí fara serliga beinraknar amerikanskar rakettir og laserstýrdar bumbur syrgja fyri longu ta fyrstu náttina.

Samstundis fara onnur flogfør at tveita eitt tons tungar fylgisveinastýrdar bumbur eftir samskiftisstøðum um alt Irak. Tað fer at hava við sær, at teir hernaðarligu leiðararnir í Bagdad kunnu ikki tosa við yvirmenninar á teimum ymsu herstøðunum kring landið. Tað seinasta stigið í tí fyrsta álopinum verður so at sløkkja ljósið á øllum herstøðunum.

Sambært blaðnum Wall Street Journal vænta serfrøðingarnir í Pentagon, at tær fyrstu amerikansku herdeildirnar kunnu sendast inn í sjálvt Irak minni enn fjúrtan dagar aftan á tey fyrstu rakett- og bumbuálopini. Lagt verður afturat, at hesaferð verða deildirnar ikki so stórar sum undir Flógvakrígnum, og tað ger, at tær fara at kunna taka seg munandi skjótari fram.

Undir Flógvakrígnum í 1991 bumbaðu amerikanararnir Irak í 40 dagar, áðrenn hermenninir vórðu sendir inn í landið. Tá vóru bara 10 prosent av bumbunum laser- ella fylgisveinastýrdar, men í einum møguligum komandi álopi á Irak nú verða umleið 80 prosent av rakettunum og bumbunum stýrdar við laserskipanum ella fylgisveinum.