- Eitt nýtt stýri í Irak fer at virka sum ein týðandi og eggjandi fyrimynd um frælsi fyri aðrar tjóðir í Miðeystri, segði George W. Bush, forseti í einari røðu, sum hann helt gjáranáttina fyri áhoyrarum á granskingarstovninum American Enterprise Institute, sum er ein tann elsti stovnurin í USA, og sum er høgt í metum.
Bush ásannaði, at tað verður ein trupul uppgáva at skipa demokratisk og støðug viðurskifti í Irak, eftir at Saddam Hussein og stýri hansara eru rikin frá, men hann helt, at hetta eigur ikki at halda USA og øðrum frá at fullføra uppgávuna.
- Hetta fer at krevja varandi og bindandi stuðul frá fleiri londum, teirra millum okkara egna, segði Bush. Hann gjørdi samstundis greitt, at amerikansku hermenninir verða ikki verandi í Irak ein einasta dag eftir, at tað er ráðiligt at taka teir heimaftur. Hann nevndi í hesum sama viðfangi, at amerikanararnir hava átikið sær og fullført slíkar uppgávur fyrr, eins og tá Evropa varð endurreist eftir annan heimsbardaga. Eygleiðarar siga, at hetta seinasta var eitt skot til Týskland og Frakland, sum eru ímóti kríggi við Irak.
Eisini palestinararnir
George W. Bush segði seg eisini vænta, at eitt nýtt Irak fer eisini at koma palestinska fólkinum til góðar. Hann vísti á, at tá stýrið hjá Saddam Hussein fellur, missa teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnir sín besta stuðul.
- Tí er eingin ivi um, at eitt demokratiskt Irak fer at gera friðararbeiðið í Miðeystri munandi lættari, og tað kann skapa grundarlag fyri at skipa eitt veruligt demokratiskt palestinskt ríki. USA fer at gera sítt til at laga tað so, at ísraelsmenn og palestinar kunnu liva í hvør sínum ríki í sátt og semju, segði Bush.
Hann legði afturat, at amerikanska stjórnin væntar sær undirtøku frá ísraelsku stjórnini í hesum sjónarmiði, og at stjórnin ísraelsmenn gevast við nýggjum búsetingum í teimum hersettu økjunum.