Álop varð framt á Serbia uttan ST samtykt.
Fleiri ferðir í orðaskiftinum var ført fram, at tað má roknast sum ein ólukka, um USA og Bretland fremja tiltøk móti Irak uttan eina ST-samtykt. Ført hevur verið fram at talan er um eitt nýtt fyribrigdi, at tað er prinsipielt skeivt, um lond fara at taka avgerðir í egnar hendur, og at hetta fer at føra til ruðuleika.
Nógv av hesum er beinleiðis skeivt.
Fyri bert fýra árum síðani, í 1999, varð lopið á Serbia uttan ST-samtykt.
Tað hildu føroyskir politikarar vera fínt.
Hvar var tingið tá, hví mótmælti eingin tá ? Hvar vóru øll tingfólkini í 1999, sum mikudagin søgdu, at verðin gongur undir, og at ST fer at syndrast, um tiltøk verða framd móti Irak uttan ST-samtykt.
Er føroyska tingið knappliga rakt av kollektivari gloymsku? Hvar var prinsipiella mótstøðan móti álopum uttan um ST í 1999.
Tað hava leingi verið nógvar og munandi betri orsøkir at leypa á Irak nú, enn tað var at leypa á Serbia í 1999. Áðrenn álopið á Serbia vóru minni enn 1500 fólk deyð í Kosovo, slakir 900 albanar og umleið 600 serbar. Saddam Hussein hevur ábyrgdina av at nógv hundrað túsund eru deyð. Men løgtingið sigur, at tað er í lagi at leypa á Serbia, uttan ST-samtykt, men ikki at leypa á Irak uttan ST-samtykt.
Mótstøðan móti tiltøkum uttan um ST, er tí bæði nýuppfunnin og dupultmoralsk.
ST syndraðist ikki, sjálvt um lopið varð á Serbia uttan um ST. Samarbeiðið í ST hevur ongantíð verið so gott sum í tíðini aftaná álopið á Serbia. Veruleikin er sostatt beint tann øvugti av tí, sum nógvir tingmenn hildu uppá í tinginum mikudagin.
Fyribyrgjandi álop varð framt fyri bert fýra árum síðan.
Somuleiðis var ført fram, at tað varð skeivt at fremja fyribyrgjandi álop. Spurt varð, um hvar alt man fara at enda, um eitt land kann leypa á eitt annað, bert við illtankan um at okkurt kann fara at henda. Ført varð fram, at hetta (fyribyrgjandi álop) var nakað nýtt, og at tað er prinsipielt skeivt um lond kunnu leypa á hvørt annað um tey kenna seg hótt.
Eisini her tala tingmenn við tveimum tungum.
Tað eru bert fýra ár síðani, í 1999, at eitt fyribyrgjandi álop varð framt móti Serbia.
Tað hildu føroyskir politikarar vera fínt.
Tingið má tí eisini í hesum føri hava fingið eini herðindi(anfall) av akuttari gloymsku.
Teirra prinsipiella støða móti fyribyrgjandi álopum er tí nakað, sum teir júst nú eru komnir í tankar um.
Teir vóru ikki ímóti fyribyrgjandi álopum í 1999, tá USA og Bretland gjørdu eitt fyribyrgjandi álop á Serbia fyri at verja muslimskar kosovoalbanarar.
Prinsipiel mótstøða móti kríggi.
Nógvir tingmenn søgdu seg prinsipielt vera ímóti kríggi. Søgan vísir, at skal eitt land sleppa undan kríggi, so má tað fyrireika seg til kríggj.
Søgan vísir eisini, at tann sum ikki vil verja seg, fær ofta eina tunga lagnu. Danmark vildi ikki verja seg, og varð hersett av Týsklandi. Undir krígnum stuðlaðu danir týska hersetingarvaldinum, høvdu samhandil við Týskland, og danska stjórnin heitti á ungar hermenn um at fara við týskarum til eysturfrontin. Har hjálptu teir týskarum at drepa milliónir av sivilum russarum og ukrainarum.
Sviar vildu ikki blandast uppí kríggið, men stuðlaðu Týsklandi við samhandli. Harvið gjørdust teir samsekir í, at m.a. 6 milliónir jødar og 20 milliónir russisk og ukrainsk sivilfólk lótu lív. Teir lótu sum einki, tá morðmaskinan hjá Hitler fór um Europa. Teir vildu ikki blandast uppí.
Svøríki og Danmark noyðast at liva við fylgjunum av sínum feigleika til ævigar tíðir. Tey londini, sum ikki vildu verja seg, og ikki vildu stríðast móti Týsklandi, hava eina stóra ábyrgd av, at kríggið gjørdist so langt, og at so nógv sivilfólk vóru dripin.
Tað er lætt at siga, at ein er ímóti kríggi móti Irak.
Nú eru øll til reiðar at taka sær heiðurin av, at USA og Bretland í 1999 førdu kríggj móti Serbia, fyri at verja muslimskar kosovoalbanar.
Hvar vóru øll tingfólkini, sum nú siga seg prinsipielt vera ímóti kríggi ? Hvar vóru tey í 1999 ? Hvar vóru fólkini fyri friði í 1999 ?
Sambært teirra prinsippum skuldu vit bara latið Slobodan Milosevic dripið allar kosovoalbanarar.
Sambært teirra prinsippum skulu vit bara lata Saddam Hussein halda fram at drepa kurdar, shiamuslimar, politiskar andstøðingar og annars øll tey, sum hann av onkrari sjúkari orsøk hevur hug at drepa.
Prinsippið um ongantíð at vilja blanda seg uppí hevur eitt navn: Ábyrgdarloysi. Hetta slagið av ábyrgdarloysi hevur kostað nógv mannalív í søguni, og kostar framvegis nógv mannalív hvønn dag.
Rætturin at verja seg móti hópoyðingarvápnum.
Heldur ikki var tað tikið uppá tungu í tingsalinum, at nógv eisini er at missa hjá vesturheiminum. Vísindamenn rokna við, at upptil 120.000 fólk kunnu doyggja, um ein miltbrandsbumba verður slept í einum stórbýi. Í álopinum á lítla býin Halabdja drap Saddam Hussein 5000 kurdar við eiturgassi eftir einum korteri. Er tað neyðugt, at terroristar gera eitt álop av hesum slagnum, áðrenn løgtingið vaknar og viðurkennir, at vesturheimurin kann hava ein tørv at verja seg sjálvan ? Saddam Hussein hevur fleiri ferðir nýtt eiturgass, bæði móti iranskum hermonnum og móti kurdiskum sivilfólki. Tað er ov bíligt hjá tingmonnum at siga, at George Bush og Tony Blair bara skulu slappa av.
Tíðarfreistin.
Tingmenn hildu, at USA og Bretland bara skulu bíða og slappa av, meðan leitað verður eftir hópoyðingarvápnum. Hóast Irak eigur fleiri tons av kemiskum og bakteriologiskum vápnum, hava teir framvegis ikki víst á, hvussu teir hava oyðilagt hesi vápn. Hóast ST hevur álagt teimum at lata útvið 1000 vísindamenn avhoyra uttan fylgi av Saddam agentum, so eru bert nakrir fáir avhoyrdir. Tíðin var við at vera uppi. Amerikumenn og bretar mugu rokna við at vera álopnir við kemiskum og bakteriologiskum vápnum. Teir hava tí klæðir, ið verjir teir móti slíkum vápnum. Men út á várið verður 40 hitastig í skugganum í Irak. Tá verður alt ov heitt at vera í slíkari útgerð. Hetta merkir at eitt álop ikki kann setast í verk fyrr enn til heystar. Saddam Hussein kann tá vera so væl útgjørdur við hópoyðingarvápnum, at eingin hættar sær at fara undir eitt álop á Irak. Tá er ov seint at gera nakað álop á Irak. Hetta vita tingmenn, um teir annars høvdu hug at vita tað.
Skelkandi og skammilig Irak-viðgerð.
Tingviðgerðin av iraksamtyktini var skelkandi, og iraksamtyktin er ein skomm fyri okkara fólk. Tingið hevði møguleikan antin at veita moralskan stuðul til tiltøkini móti imperialistinum og hópdrápsmanninum Saddam Hussein, ella at undirgrava tiltøkini móti honum. Løgtingið valdi at siga, at einki skal gerast við Saddam Hussein, og at hann skal bert halda fram, sum hann hevur gjørt higartil.
Tingmenn søgdu seg vera prinsipielt móti kríggi og móti kríggi uttan ST samtykt. Hesa prinsipiellu mótstøðu hava teir tó bert viðhvørt, (tá tað passar teimum). Tí kann sokallaða prinsipiella mótstøðan ikki vera serliga prinsipiel. Tingmenn mugu sjálvir svara fyri, hvat tann veruliga orsøkin er.
Sjálvur fari eg at ynskja bretum og amerikumonnum alt tað besta í stríðnum móti kúgan av fólkaræðinum, kúgan av øðrvísi hugsandi og kúganini av øðrum fólkasløgum í Irak.