Irak-kríggið ikki danskt innaríkismál

Tað sigur Høgni Hoydal sum annars vísir á, at tað júst eru danir, ið hava drigið Føroyar inn í hetta málið

Fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi, Høgni Hoydal, vil ikki hava sitandi á sær, at hann blandar seg inn í donsk innanríkismál soleiðis, sum Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, annars førdi fram í blaðnum í gjár.

Tjóðveldi hevur alla tíðina gjørt greitt, at vit sjálvandi gera okkara støðu greiða og taka virknan lut í teimum málum, har Danmark tekur avgerðír fyri føroyingar. Og tað er júst støðan í hesum máli, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at tað er Danmark, ið hevur drigið Føroyar og føroyingar inn í Irak-kríggið - hóast Løgtingið mótmælti.

Tað vísir bert enn einaferð, at okkara núverandi støða hevur einki við

fólkaræði at gera, sigur Høgni Hoydal

Hann vísir eisini á, at hann á ongan hátt hevur sitið kúrrur, tá málið hevur verið fyri á Christiansborg.

Eg havi bæði tíðliga og seint mótmælt hesi avgerð á Fólkatingi og havi fyrr tikið lut í uppskotum, sum skulu greina hesa vanlukkuligu avgerð. Og tað geri eg sjálvandi eisini hesaferð, sigur Høgni Hoydal.

Hann undrast annars á, hvat ein kanning av grundarlagnum og avgerðunum um Irak-kríggið, sum Føroyar beint ímóti fólkaræðisligum mannagongdum, er partur av, skal gera av skaða ella hvat tað hevur við danskan innanríkispolitikk at gera. Tað heldur hann, Jørgin Niclassen má greiða frá.

Eg haldi tað er lítið sømiligt, at formaður Fólkfloksins leggur eftir Tjóðveldinum við skeivum upplýsingum og gongur beint ímóti eini løgtingssamtykt, sum er fráboðað donsku stjórnini, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur hjá Tjóðveldi.