Irak hevði ikki hópoyðingarvápn

Fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, var ikki fyrireikaður til kríggj í vár, tí hann væntaði ikki, at amerikanararnir fóru at gera álvara av hóttanini at leypa á Irak.

Tað hevur fyrrverandi irakski varaforsætisráðharrin, Tariq Aziz, greitt amerikanarunum frá. Aziz gav seg yvir til amerikanararnar, og hann og húski hansara hava seinni fingið friðskjól í einum ónevndum landi, aftur fyri at Aziz sigur frá tí, sum hann veit um gamla stýrið í Bagdad.

Sambært blaðnum The Washington Post hevur Tariq Aziz eisini sagt amerikanarunum, at Irak hevði eingi hópoyðingarvápn, tá landið varð álopið. Men tað vistu teir iraksku generalarnir ikki, sigur Aziz, tí Saddam Hussein duldi tað fyri teimum fyri at styrkja stríðshugin hjá herinum. Sambært The Washington Post hava irakskir vísindamenn váttað tað, sum Aziz hevur sagt. Fyrrverandi forsætisráðharrin hevur eisini sagt, at Saddam Hussein royndi at fáa Norðurkorea at selja Irak rakettir, men at norðurkoreanar søgdu nei.