Irak fyrireikar seg til kríggj við kemiskum vápnum

Irak hevur bílagt óvanliga nógvan heilivág, sum verður nýttur til at viðgera fólk, sum hava fingið skaða av kemiskum vápnum.

Meðan altjóða samfelagið bíðar eftir, hvat irakski leiðarin, Saddam Hussein, fer at siga um tey seinastu krøvini frá ST, bendir ymiskt á, at Irak longu er farið at fyrireika seg til kríggj.

Tað er komið fram, at Irak hevur bílagt tvey sløg av heilivági úr Turkalandi. Talan er um eina óvanliga stóra nøgd av heilivági, sum verður nýttur til at viðgera fólk, sum hava fingið skaða av kemiskum vápnum. Men heilivágurin verður eisini nýttur til at viðgera sjúklingar við hjartatrupulleikum, og tí stendur hann ikki í yvirlitinum yvir vørur, sum skulu kannast, áðrenn tær verða seldar Irak.

Blaðið International Herald Tribune sigur seg hava fingið at vita, at irakar hava bílagt eina millión eindir av hesum heilivági, og amerikanskir serfrøðingar siga við blaðið, at hetta er nógv meiri, enn tey iraksku sjúkrahúsini hava tørv á. Serfrøðingarnir siga eisini, at irakska bíleggingin er óvanlig, tí eindirnar eru munandi størri enn vanligt og eru tí neyvan ætlaðar at nýta í vanligum viðurskiftum.


Bara spæl

Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon leggur ongan týdning í avgerðina hjá irakska tjóðartinginum at havna krøvunum hjá ST.

-Hatta er ikki annað enn ein partur av leikinum hjá Saddam Hussein. Tinglimirnir gera, sum forsetin sigur. Har er einki demokrati, men einaræði, og handan avgerðin hevur ongan týdning. Vit bíða eftir, hvat Saddam fer at siga, segði amerikanski forsetin, George W. Bush, í gjár.

Amerikanskir embætismenn vænta, at Saddam Hussein fer at góðkenna krøvini hjá ST, tá saman um kemur. ST hevur givið Irak freist til leygardagin at boða frá, um landið góðtekur krøvini ella ikki.

Verður svarið úr Bagdad nei, skal málið fyri trygdarráðið hjá ST.