Í síðstu viku var amerikanski embætismaðurin Alan Larson í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo. Hann er ein av teimum fremstu embætismonnunum í Bush-stjórnini, og ørindini vóru at kunna egyptisku leiðsluna um amerikonsku ætlanina um eitt øðrvísi Miðeystur. Ætlanin, sum amerikanarar nevna "Tað stóra Miðeystur-átakið", ber millum annað í sær, at skúlaverkið skal nútímansgerast, meiri ferð skal á búskapin, og demokratiseringin skal stimbrast. Men arabar eru ikki serliga hugtiknir av henni.
-Vit eiga ikki at lata onnur avgera framtíð okkara, áseta kós okkara ella nýskipa okkum, segði egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, við blaðið Al Ahram fyri nøkrum døgum síðani. At Mubarak óttast amerikonsku ætlanina kemur ikki óvart á nakran, tí hann hevur í áravís roynt at sannføra Vesturheimin um, at sat hann ikki við valdið í Kairo, hevði ein uppaftur verri einaræðisharri sitið har.
Saddam-stuðul
Amerikanska ætlanin hevur havt við sær, at arabar eru farnir at tosa um møguleikarnar fyri einari demokratisering, og av og á hoyrast røddir, sum tala fyri at royna eina nýggja kós. Men tey flestu vísa ætlanini frá sær av teirri einføldu orsøk, at hon hevur sín uppruna í USA, og serliga í Egyptalandi og Sýrialandi fáa hesar atfinningarsomu røddirnar stuðul frá teimum ráðandi. Tí tá til stykkis kemur, eru tað teir, sum hava mest at missa.
Illgrunin um fremmanda uppílegging kann, tá saman um kemur, gerast tað, sum forðar fyri nýskipanum. Tá Saddam Hussein bleiv tikin í kjallaranum í Tikrit, vildu nógvir arabar vera við, at amerikanararnir royndu at eyðmíkja hann, og tí kann tað henda, at Saddam hóast sínar illgerðir er við til at stuðla teimum einaræðiskendu stýrunum í tí arabiska heiminum.
Samstundis er tað ein veruleiki, at hugsjónir úr Vesturheiminum hava ikki bara gagnað londunum í Miðeystri. USA tosar um at nútímansgera alt økið, men trupulleikin er, at nýskipaninar í 20. øld miseydnaðust, og at tær í stóran mun hava styrkt fleiri av teimum einaræðiskendu stýrunum. Fyrr plagdu teir arabisku leiðararnir at spyrja seg fyri hjá fólkinum, áðrenn teir tóku týðandi avgerðir, men nýskipaninar, sum í mestan mun komu úr Evropa, gjørdu enda á tí siðinum. Úrslitið varð ein miðsavnað stýring ella uppaftur størri einaræði.
Eingin andstøða
Við nýskipanunum batnaðu samferðslumøguleikarnir, samskiftið batnaði, og seinast, men ikki minst, batnaðu vápnini. Tað gav teimum ráðandi uppaftur størri vald, og alt stýrið bleiv enn meiri miðsavnað. Í Irak kom Saddam til valdið við hjálp frá einum politiskum flokki, sum eisini var eitt hugskot úr Evropa.
Ikki tí, amerikanska ætlanin um demokratisering hevur ein ávísan grundvøll at byggja á í Miðeystri, men trupulleikin er, at í teimum flestu londunum hava tey einaræðiskendu stýrini langt síðani gjørt av við at kalla alla politisku andstøðu. Tað hevur havt við sær, at í dag eru tað tær víðgongdu átrúnaðarligu kreftirnar, sum eru tær best skipaðu, og sum hava størstu ávirkanina á tað vanliga fólkið. Júst hetta kann fara at vísa seg at vera vandamikið, tá val verður í Irak.