Jacob Vestergaard leggur Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra og virkandi aðalstjóra, undir at fremja útspilling móti sær, tá hon í kanning staðfestir, at landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum hava hvør sína fartelefon úr ordranum, sum Jørgen Niclasen hevur gjørt nógv burturúr ikki at vita um, hóast hann av øllum átti at vitað tað.
Við hesum er so staðfest, at landsstýrisfólk ikki hava skil á, hvussu aðalráðini brúka pengarnar. Talan er um oyðsl, sum sjálvandi eigur at verða steðgað við brestin.
Vit kunnu geva Jacob Vestergaard rætt í tí, at tað verður áhugavert at frætta frá Marjun Hanusardóttir, hvønn politikk landsstýrið hevur við slíkum, ella um landsstýrisfólk kunnu sleingja um seg við almennum fartelefonum, sum teimum lystir.
Tað fær so ikki verið annað enn oyðsl við almennum pengum.










