Ikki øll fara heim fátækari frá einum festivali, enn tá tey komu. Tað eru tey fimm systkinabørnini gott dømi uppá, tí teir savna nevniliga fløskur, sum fer at geva teimum nakrar krónur.
- Vit komu her í dag klokkan 15, so vit hava savnað fløskur nú í nakrar tímar, sigur 6 ára gamli Hjalmar Gudmundsen úr Sandavági.
- Vit samla faktist alla tíð, sigur Jákup, beiggi Hjalmar.
- Í gjár var eg eisini úti og leitaði eftir fløskum og fekk upp í ein fullan beriposa, sigur 6 ára gamli Jákup Martin Janskor úr Gøtu.
Tað er týdningarmikið hjá fløskusavnarum at hava eina goymslu til allar innsavnaðu fløskurnar.
- Vit brúka seyðahúsið hjá Tórði, sum liggur beint við økið, sigur Ingi Arngrímsson úr Gøtu.
Hvat pengarnir skulu verða nýttir til, sigur Hans Jákup Gudmundsen:
- Onkur ætlar sær at brúka teir upp á eina Iphone, men eg ætli mær at keypa eitt akvarium.
Í fjør savnaðu dreingirnir eisini fløskur, og fingu onkrir av teimum heilt upp í 1.100 krónir fyri at rudda fløskuruskið hjá festivalgestum.










