Tann sonevnda hjartaslagslógin er tann strangasta fosturtøkulóggávan í USA. Lógin bannar næstan øllum fosturtøkum.
Republikanski guvernørurin í amerikanska statinum Iowa, Kim Reynolds, skrivaði í gjár undir eina lóg, sum bannar næstan øllum fosturtøkum.
Við undirskriftini hevur hon soleiðis bannað fosturtøku í flestu førum, har tað ber til at staðfesta hjartaslag, sum vil siga í umleið sættu viku.
Lógin markerar ta strangastu fosturtøkubroytingina í USA, skrivar tíðindastovan AP.
Tá Kim Reynolds skrivaði undir lógina, savnaðust mótmælisfólk framman fyri skrivstovu hennara og róptu »mín kroppur, mítt val«.
Kim Reynolds viðurkennir, at nýggja lógin, sum kemur í gildi 1. juli, helst fer at føra til rættarmál.
– Men hetta er størri enn bara lóggáva. Tað snýr seg um lív, og eg fari ikki at bakka, sigur hon.
Tann sonevnda hjartaslagslógin loyvir framvegis fosturtøku, um talan er um neyðtøku ella blóðskemd. Fyri at verða undantikin skal ein kvinna tó melda neyðtøkuna innan 45 dagar og blóðskemd innan 140 dagar.
Tey ivasomu halda, at forboðið fer at forða kvinnum, sum ikki ein gang vita av, at tær eru við barn, í at fáa fosturtøku.
Nógv fosturtøkumótmælisfólk í USA halda forboðið vera fyrsta stigið ímóti at avtaka avgerandi hægstarrættardómin frá 1973, Roe vs. Wade, sum gav kvinnum rætt til fosturtøku.
Fosturtøkumótstøðufólk vóna, at Donald Trump, forseti, skjótt fer at tilnevna ein ella tveir nýggjar konservativar hægstarættardómarar, sum kunnu ávirka lóggávuna til teirra fyrimun.
Steve King, kongresslimur, sum er republikanari og sjálvur úr Iowa, heiðrar hjartaslagslógini í heimstatinum. Hann sigur hetta vera ta mest týðandi lóggávuna í søguni hjá Iowa.
/ritzau/