Ion komin við rumena

Miðvøllurin hjá HB er komandi árið styrktur við einum 33 ára gomlum rumena

Fótbóltur

Vit hava áður skrivað, at HB í vetrarstegðinum hevði vent eyguni móti Rumenia. Heimlandinum hjá HB-venjaranum, Ion Geolgau.
Nú er líkt til, at hetta í øllum førum hevur givið úrslit í tilgongd av einum leikara, tí tá Ion um vikuskiftið kom til Føroya, hevði hann ein av landsmonnum sínum við sær.
Talan er um ein 33 ára gamlan miðvallarleikara, Nico, sum í fleiri ár hevur roynt seg í næstbestu rumensku deildini.
Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, sigur við Sosialin, at tað ikki er víst, at HB við hesum hevur fingið endaliga hópin til kappingárið.
- Hetta er so tað, sum vit hava valt at styrkt hópin við fyri fyrst. Nú mugu vit líka fáa venjingarnar í gongd og fáa yvirlit yvir hópin, áðrenn gjørt verður av, um talan verður um at knýta fleiri leikarar at felagnum, sigur hann í stuttari viðmerking.