Hóast hon eins og hinar ikki hevur hóming um, hvør mótstøðan verður, so tykist Ioana Rápa á ongan hátt at stúra fyri stóru uppgávuni.
- Tað týdningarmesta hjá okkum er, at vit geva alt tað, sum vit eiga. Fólk skulu ikki kunna siga um okkum, at hatta var eitt vánaligt avrik. Gera vit okkara besta, so fáa vit ikki gjørt meira, og kunnu vit tá framhaldandi bera høvdið høgt.