Sunset-kappingin
Hondbóltskvinnurnar í Vestmanna eru kanska spakuliga í ferð við at líkjast sær sjálvum aftur. Liðið fer kanska ikki at hava nakran avgerandi leiklut í oddinum longu í ár, men manningin minnir spakuliga alt meira um liðið, sum fyri fáum árum síðani fullkomuliga domineraði føroyskan kvinnuhondbólt.
Sunnudagin høvdu tær vitjan av StÍF, men hóast hetta á pappírinum ikki var truplasti dysturin, so stóð leingi heilt nógv á VÍF-liðnum. StÍF royndi frá byrjan at halda fast um setningin, har tær ansaðu skjúttunum hjá vertunum væl, og fyri steðgin tóktist hetta eisini at geva úrslit.
Eftir steðgin kom meira bit í spælið hjá VÍF, men tær megnaðu tó sjáldan at skræða seg heilt leysar. Men tíggju mkinuttir fyri dystarlok bar til. VÍF skoraði tá tríggjar ferðir á rað, og so var avgerðin follin. StÍF megnaði ikki av álvara at seta seg aftur í dystin, og so kundu tær gulu fegnast um, at tær enn eru væl og virðiliga við í dystinum um fjórða plássið í ovara endaspælinum.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 28-26 (12-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 13(6), Sóley Mikkelsen 5, Finngerð Jensen 4, Fríða Marjunardóttir 3, Jacklin Durhuus 3
StÍF: Rebekka Justinussen 8(4), Ninna K. Johansen 7, Poula D. Olsen 4, Malan Petersen 3, Rósa Johansen 3, Guðrun Ólavsdóttir
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 4
Útívísingar: VÍF 1, StÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen