Intimkonsert í sirmi

Pætur við Keldu gav við bólki sínum eina intima konsert í sirminum á Føroya Tele pallinum beint eftir miðnátt. Enn ein klaksvíkingur fekk høvi til at spæla í heimbýi sínum á Summafestivalinum. Pætur við Keldu spældi saman við bassleikaranum Agnari Lamhauge og violinistinum Heiðrunn Petersen fyri einum hópi av áskoðarum á Føroya Tele pallinum eina stilla og intima konsert í slavna veðrinum. Konsertin var ein góð og vælspæld tónleikauppliving eftir meir larmandi tónleikin hjá Shu bi dua, sum framførdu beint áðrenn Pætur við bólki. Á skránni hevði Pætur valt at spæla fleiri egin løg, so sum ?Som en drøm? og ?Dreams of youth? . Eisini spældu tey coverløg, m.a. ?Isabell? hjá svianum Bjørn Afzelius og klassikaran ?Somewhere over the rainbow?.