Nógv verður granskað og testað fyri at bøta um trygdina í nýggju bilunum. Í Gøteborg í Svøríki hava Volvo eina av heimsins fremstu og mest framkomnu granskingar- og kanningarstøðum innan trygd í nútímans bilum, har arbeitt verður við intilligentum skipanum, ið skjótt verða at síggja í teirra bilum.
Í USA verður roknað við at umleið 1.500 bilførarar um árið doyggja í ferðsluvanlukkum, tí teir sovnaðu undir koyring. Har hava Volvo gjørt eitt system, ið teir kalla "Driver Alert", har eitt kamera í forrútinum ansar eftir, at bilførarin er vakin. Um hann sovnar, verður hann vaktur av einum ljóðið, sum hann heilt avgjørt vaknar av.
Kanningar vísa eisini, at umleið helvtin av øllum bilførarum bremsa ikki í eini kritiskari støðu, tá teir áttu at bremsa. Tí hava teir hjá Volvo sett sær fyri, at hetta skal bilurin sjálvur klára í framtíðini.
Eins og hjá Mercedes-Benz og General Motors, arbeiða Volvo eisini við eini skipan sum kallar á hjálp, tá ferðsluvanlukkan er hend. Hendan skipan virkar soleiðis at bilurin hevur ein On-call ella SOS knøtt, har bilførarin kann kontakta ein alarmsentral og fáa hjálp. Hetta verður seinni útbygt soleiðis at bilurin sjálvur kontaktar ein alarmsentral, um ein ella fleiri airbag verða aktiveraðir.