Internetið er niðri um alt landið

Á Føroya Tele stríðast tey av øllum alvi í morgun at fáa internetsambandið í ordan aftur. Tey hava so nógv at gera, at tey sum vita meira um trupulleikan ikki hava stundir at tosa við fjølmiðlar at greiða frá trupulleikanum.

Men internetsambandið er farið – ella er sera óstøðugt – um alt landið, og tey vita enn ikki, hvør trupulleikin er.