Internetið letur dyrnar upp

Internethandil, webstores ella netshops, óansæð navnið er handil á heimasíðuni eitt gott boð uppá framtíðar atgongd til útflutningsmarknaðin, skrivar Vinnuhúsið.

Handil gjøgnum internetið vindur uppá seg bæði á heimamarknaðinum og uttanlands. Nethandil styrkir møguleikarnar fyri beinleiðis sambandi við viðskiftafólkini, samstundis sum tað gevur møguleikar at økja útflutningin til útheimin. Menningin av nethandli á heimasíðunum merkir eisini størri kapping. Fleiri eru um boðið enn áður og menningin innan Internetið ger, at fyritøkurnar hava møguleika at náa fleiri kundum skótari.

Leitingin á Internetinum er ofta vøruorientera. Kotuorðið aftanfyri gott úrslit á Internetinum er tí leitimaskinan.

» Tá tú leitar á netinum er ikki av týdningi, hvussu stór fyritøkan er, hvussu stórur umsetningurin er, ella hvør mann er. Kundin er tann ið leitar fyritøkur og vørurnar fram, tí er av stórum týdningi hvørjum og hvussu nógvum leitimaskinum ein er skrásettur í. Talið av leitimaskinum er avgerandi fyri søluna hjá fyritøkuni,« sigur Finn Jørgensen stjóri á fyritøkuni DINO A/S, sum hevur góðar royndir av sølu á Internetinum. Teir hava fingið kundar bæði í India og Egyptalandi orsaka av Internethandli.

»Heimasiðan og Webstoren hava verið við til at styrkja okkara samband við kundarnar. Upplýsing um nýggjheitir og onnur tiltøk náa skjótari út til kundarnar enn áður og tað er sjálvsagt ein styrki,« sigur Finn Jørgensen víðari.