Sjeyndi flokkur í Sørvágs Skúla hevur ein vinaflokk í Aalborg í Danmark, har flestu næmingarnir eru flutt til Danmarkar úr krígherjaðum londum. Tey hava vitjað hvønn annan, og ætla at halda fram at hava samband.
Sambandið flokkanna millum tók seg upp, tá skúlin í Sørvági fyri nøkrum árum síðan fekk teldur og internetsamband.
Næmingarnir fóru at brúka teldurnar og funnu sær so fram til ein skúla í Danmak, sum tey hildu, at stuttligt kundi verið at havt samband við. Tey leitaðu sær fram á Mellemvangskolen í Aalborg og funnu ein flokk, sum var á sama aldri, sum tey sjálv.
?Hetta sambandið hevur heilt greitt ment næmingarnar her hjá okkum, sigur flokslærarin, Eyð Niclasen. Bæði í skrift og talu á donskum. Tey eru nógv fríari í so máta, nú tey hava havt regluligt samskifti við donsku næmingarnar, og báðir flokkarnir eisini hava vitjað hvønn annan.
Fleirtjóða flokkur
Sambandið við vinaflokkin í Aalborg hevur verið mennandi upp á fleiri mátar, sigur flokslærarin hjá sjeynda flokki í Sørvágs Skúla.
Danski flokkurin er samansettr av børnum av rættiliga ymiskum uppruna. Ein sonevndur »multietniskur« flokkur. Og talan er um fólk, sum komin eru úr krígsherjaðum londum sum Bosnia, Irak, Libanon og Somalia. Tey eru fleiri av fremmandum uppruna, enn tey eru danir í danska flokkinum, greiða sørvingarnir frá.
Hetta hevur í ávísum førum givið børnunum nakað at hugsa um, sigur Eyð Niclasen og nevnir eitt dømi, har ein genta í danska flokkinum brádliga var burtur og ikki kom aftur.
Tað vísti seg, at mamman hevði verið í gamla heimlandinum við gentuni og eftir sum siðurin var har gift hana burtur. Tað er greitt, at slíkt er nakað, børnini leggja merki til og eisini tosa um.
Hetta, at børnini í danska flokkinum høvdu so ymiskan uppruna, hevði ikki sørt av ávirkan á føroyingarnar, áðrenn tey rættiliga komu at kenna hesi fólkini, siga tey í sjeynda flokki í Sørøvðags Skúla. Summi vóru eitt sindur í iva um, hvussu hetta fór at spæla av, men tá tey so fyrst vóru komin í samband við tey, var alt slíkt beinleiðis veruleikafjar hugsan.
?Eitt rættiliga gott dømi um, hvussu umráðandi tað er at møta fólki og læra tey at kenna persónliga heldur enn bara út frá slíkum tú hoyrir og lesur, staðfestir flokslærarin.
Hittast
Flokkarnir báðir hava hitst í summar. Fyrst vóru donsku børnini í Føroyum og vitjaðu, og síðan vóru sørvágsbørnini í Aalborg.
Donsku børnini komu til Føroya í mei mánað, og báðir flokkarnir fóru beinanveg nakrar dagar til Nesvíkar, har búð varð í Leguhúsinum.
Eitt frálíkt høvi at sjóða fólkini saman, soleiðis at øll komu at kennast væl, áðrenn farið varð til Sørvágs, har tey búðu privat.
Donsku børnini vistu ikki so øgiliga nógv um Føroyar, tá tey komu higar, siga sørvágsbørnini. Men tann kunnleikin var munandi betri, tá tey fóru avstað aftur.
Seinni í summar vóru sørvágsbørnini so í Aalborg og vitjaðu. Og tað var ein góður túrur, láta tey at.
Danski flokkurin hevur í ár skift flokslærara, og tað ger so, at eitt sindur av stígi er komið í sambandið beint nú. Men tað skal ikki vera leingi, siga tey í Sørvági. Tí tey ætla sær at taka sambandið uppaftur á sama støði, sum áður hevur verið.
Men slept sambandinum hava tey avgjørt ikki, siga tey. Tað verður dúgliga samskift umvegis SMS og e-mail, sum eru lættir hættir at halda samband viðlíka.
Vilja kunna onnur
Tað er við stuðuli frá Norrøna Felagnum og Atlantsflogi, at samstarvið við danska skúlaflokkin er vorðið gjørligt, greiðir Eyð Niclasen, flokslærari hjá sjeynda flokki í Sørvágs Skúla, frá.
Tað er møguligt hjá skúlaflokkum, sum ætla sær at vitja aðrar flokkar í Norðurlondum, at søkja stuðul haðani, sigur hon. Umsóknin skal vera latin nakað skjótt. Einaferð í november er seinasta freist at søkja.
Tann stuðulin, tey fingu frá Norrøna Felagnum saman við stuðuli og vælvild frá Atlantsflogi fíggjaði í rættiliga stóran mun ferðina hjá teimum, siga tey.
Men tað er krevjandi at halda slíkt samband viðlíka, sigur flokslærarin. Tað krevur rættiliga nógva tíð, sum í stóran mun verður brúkt uttan fyri vanliga skúlatíð. Men tað er sera mennandi bæði fyri næmingar og lærarar at hittast soleiðis, siga tey í sjeynda flokki í Sørvágs Skúla.










