Turið Kjølbro
- At siga, at bløðini fáa mønustingin av internetinum, er ógvuliga yvirdrivið, sigur amerikanski felagsskapurin av blaðeigarum (NAA).
Heldur tvørturímóti lesa fleiri fólk avísir sum fylgja av internetinum, sambært NAA.
Álitið ?Synergize for Success? vísir, at 57 prosent av teimum vaksnu í USA lesa bløð dagliga, og 67 prosent lesa sunnudagsbløðini.
Men talið á teimum, sum lesa bløð á internetinum, er størri. Ikki færri enn 67 prosent lesa bløð á netinum hvønn dag, meðan 78 prosent fylgja við sunnudagsútgávunum. Harumframt vísir ein kanning av 3.693 persónum eldri enn 18 ár, at hóast fleiri lesa bløð á netinum, so leggja tey ikki vanan av at lesa pappírsútgávurnar.
Bara 15 prosent siga, at tey lesa færri pappírsútgávur eftir at tey eru farin undir at lesa netútgávur av bløðum, meðan 8 prosent siga, at tey lesa oftari pappírsútgávurnar enn fyrr.
Ein meirluti, 74 prosent, sigur, at tey hava ikki broytt vana eftir at tey hava lært at brúka internetið.
- Internetið er ein av teim fáu miðlarásunum, sum er farið í eitt væl eydnað samstarv við tradisjónellu avísútgávurnar. Internetið er ein natúrlig øking av okkara handilsøki, sum gevur avísum meiri rúm og økir talið á lesarum, sigur John Sturm, stjóri í NAA.
Kelda: New York (NTB-Reuters)










