Dátueftirlit
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Sjálvt um tú kann spæla á netinum, er netið ikki at spæla við. Tað staðfestir Dátueftirlitið.
Í bóklinginum »Tað er tín avgerð«, sum Dátueftirlitið í fjør bar út til næmingar í framhaldsdeildunum, og sum nýklaktu lærararnir á Læraraskúlanum fingu framlagt í gjár, ávarar Dátueftirlitið um teir mongu vandarnar við at ferðast í elektroniska heiminum, tað verði seg bæði á internetinum og við fartelefoni.
Internetið er ótømandi fyri nýggjar og spennandi møguleikar av alskyns slag. Tú kanst hava egna vangamynd á Facebook, Arto, Myspace, Twitter og so framvegis, tú kanst taka tónleik og filmir niður, tú kann leggja myndir út og deila títt lív við allar tínar vinir á netinum, og tú kanst kjatta við øll møgulig fólk, kend sum ókend.
Men tað er vandi í allari vælferð, ávarar Dátueftirlitið.
- Internetið er náðileyst. Tá okkurt er sagt ella gjørt, er ov seint at trýsta á angriknøttin, tí har er eingin slíkur, staðfestir Dátueftirlitið.
Egin blaðstjóri
Øll bløð hava ein blaðstjóra, sum hevur ábyrgdina av øllum tilfarinum í blaðnum og á heimasíðuni, bæði teksti og myndum. Ljótar lygnir, menniskjajagstran, ólógligar myndir og rasisma gera stóran skaða og kunnu revsast við bæði bót og fongsulsrevsing.
Men tá tú ferðast á netinum og umsitur tína vangamynd á ymsu síðunum, er tú tín egni blaðstjóri, og stendur við ábyrgdini fyri tí, sum tú leggur út á netið.
- Tí mást tú hugsa teg væl um, hvørja ferð tú skrivar um teg sjálva og onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á internetinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst svara fyri tínum gerðum. Hóast tú metir okkurt vera skemt, kann tað særa onnur, sigur Dátueftirlitið í bóklinginum »Tað er tín avgerð«
Fyri allar ævir
Tilfar á internetinum breiðir seg skjótt. Tað kann vera ein góður hentleiki, men eisini ein stórur vandi. – Tað er gjørligt at strika upplýsingar og myndir, sum tú hevur lagt á internetið. Men onkuntíð ber ikki til at fáa fatur í øllum, tí tilfarið kann vera avritað og lagt út á aðrar heimasíður. Eisini kann avrit av tilfarinum vera goymt á bæði smáum og stórum leitimaskinum. Sostatt kann tilfar vera strikað, men ikki ordiliga vekk hóast alt, ávarar Dátueftirlitið.
Talgild happing er eisini í Føroyum
Ein kanning vísir, at í Noregi hava 14 prosent av internetbrúkarunum í aldrinum 9 til 16 ár sent hatskar viðmerkingar á internetinum. 75.000 børn og ung í Noregi hava fingið teldupost, sum hevur gjørt tey kedd ella bangin. Av hesum hava 19 prosent sagt einum vaksnum frá, meðan 10 prosent hava sett seg í samband við løgregluna.
Ein føroysk kanning, sum var gjørd um happing í føroyska fólkaskúlanum í 2007 vísti, at fýra prosent av næmingunum kenna seg happaði av ótespiligum boðum, samrøðum og øðrum á internetinum ella fartelefoni.
SHIT HAPPENS!
Strippaði fyri allari verðini
Ein 14 ára gomul genta vísti seg fyri sjeikinum gjøgnum vevmyndatól. Nakrar vikur seinni kundu øll síggja hana á YouTube. Tað, sum var meint sum fitt undirhald, gjørdist ein sonn marra. Eftir 19 tímum høvdu 600 fólk verið inni og hugt eftir upptøkuni. Pápi gentuna meldaði útbreiðsluna av myndunum til løgregluna
Kelda: Expressen.se
SHIT HAPPENS!
Revsað fyri happing á netinum
Ein 17 ára gomul norsk genta varð dømd fyri brot á revsilógina, eftir at hon hevði kallað eina aðra gentu fyri skøkju á kjattinum. Rætturin helt, at boðini vóru at meta sum jagstran og happing, og tí ikki vard av talu- og skrivifrælsinum. Gentan varð dømd at gjalda 4.500 krónur í bót.
- Vit finna altíð persónin, sum kann ábyrgdast fyri slíka jagstran. Fólk halda, at tey kunnu krógva seg á netinum, men tey leggja altíð elektronisk spor eftir sær, segði eigarin av kjattsíðuni.
Kelda: digi.no
8 góð ráð um hvussu børn og ung kunnu ferðast tryggari á netinum
1.	Ver móti øðrum á internetinum, soleiðis sum tú ynskir at tey skulu vera móti tær.
2.	Upplýs ikki títt rætta navn ella títt loyniorð.
3.	Ver varin við at geva upplýsingar um teg sjálvan.
4.	Spyr um loyvi áðrenn tú leggur upplýsingar ella myndir hjá øðrum út á netið.
5.	Skalt tú hitta onkran, sum tú hevur kjattað við á internetinum, tak so ein vaksnan persón við tær.
6.	Hygg eftir hvør hevur skrivað upplýsingarnar, sum tú lesur. Minst til, at øll kunnu leggja út á netið.
7.	Hugsa teg um áðrenn tú tekur ókeypis tilfar niður av internetinum. Tilfarið kann vera fongt við virusi og øðrum.
8.	Tosa við ein vaksnan persón, um tú hevur upplivað okkurt ótespiligt á netinum.
Avritað við loyvi úr »Tað er tín avgerð«, bóklingur frá Dátueftirlitinum










