Olav Enomoto, Vestmanna
-----
Við bestu meining fer Føroya Løgting í næstum at seta í verk fyri Føroyaland lóggávu, sum heimilar sperring av heimasíðum. Soleiðis sum vit kenna tað frá øðrum londum.
Endamálið við lóggavuni er at sperra heimasíður, sum kappast við Dansk Spil v.m. soleiðis, at man
framhaldandi kann fáa lut í teimum uml. 8 mio kr. av veddingapeninginum hjá Dansk Spil v.m. sum fer
til ungdóms- og onnur almenna gagnlig endamál. Fyri at vera fair skal eisini nevnast, at umrødda
lóggáva eisini hevur til endamáls at verja borgaran fyri suspektum heimasíðum.
Stóri spurningurin er so, um vit føroyingar vilja hava, at Føroya Løgting fer at seta í verk lóggávu um
internet sensur vegna uml. 8 mio. kr. Hetta letur somuleiðis upp dyrnar fyri, at onnur komandi lóggáva kann fáa innbygt somu reglur um internetsperring og sensur. Tað skal bert lítil fantasiur til at hugsa, hvat ið tað kundi verið.
Tað hevði hóvað mær at vita, hvønn liberalan holdning føroyskir internetveitarar og fyritøkur hava hesum v.v., og serligani um hesi somu kunnu sektast fyri ikki at handhevja lóggávuna mótvegis kundum og starvsfólkum sínum.
Haldið eyga við §13 stk.3. løgtingsmál 86/2010 "Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding"
Internetið er síðsti frístaður okkara, og eg vóni, at soleiðis verður frameftir.