Nú seinnapartin hava stórir trupulleikar verið við internetinum í allari Streymoynni.
Umframt at internetið er ógvuliga svikaligt nógvastaðni, førir brekið eisini við sær, at nógvastaðni rigga tað heldur ikki at rinda við gjaldskorti.
Á Føroya Tele arbeiða tey við at finna brekið og at rætta tað og tey vóna, at alt er komið aftur í rættlag um ein tíma, tvs, klokkan 16.