Inter-slatur um Lampard

Enski landsliðsspælarin Frank Lampard hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við Chelsea, man tað er ein illa fjaldur loynidómur, at italska felagið Inter er áhugað í honum. Enskir fjølmiðlar vilja verða við, at Frank Lampard er samdur við Inter um nýggjan sáttmála, og nú skulu feløgini bara semjast um ein prís fyri spælaran. Roknað verður við, at Lampard fer at kosta Inter um 130 milliónir krónur.