Inter meistari

Inter vann italska meistaraheitið um vikuskiftið. Felagið hevur ligið á odda í kappingini alt ár, men hevur havt trupulleikar seinastu umførini. Í gjár kundi felagið við einum sigri á Parma avgera kappingina sjálvt á seinasta leikdegnum, og tað eydnaðist. Innskifti svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Parma. Roma endaði næstfremst.