Inter jagstrar italskt met

Tað gongur strúkandi hjá Inter í italsku fótbóltskappingini. Inter er langt á odda í Seriu A, og seinastu nýggju dystirnar hevur Inter vunnið. Hetta er nýtt met hjá felagnum. Í fjør setti Roma italskt met við at vinna 11 dystir á rað, og nú ætla teir í Inter sær at taka hetta metið. Dysturin um vikuskiftið var ímóti Messina, og hann endaði vði 2-0 sigri til Inter. Málini gjørdu Marco Matarazzi og Zlatan Ibrahimovic.