Intenst, men málleyst

Fyrra fjórðingsfinalan í Madrid var intens og ferðmikil, men málini manglaðu

Fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini hava í kvøld verið spældar.

 

Í Madrid hittust arvafíggindarnir Atletico Madrid og Real Madrid. Somu lið sum eisini spældu finalu í Champions League farna kappingarár.

Talan var um intensan og ferðmiklan dyst, har útiliðið, Real Madrid, var omaná spælimessiga. Atletico Madrid kom tó munandi betur við í seinna hálvleiki. Men málini komu ongantíð, og endaði tað sostatt við málleysum 0-0 javnleiki. Eitt úrslit, ið bæði liðini kunnu brúka til nakað, tí fyri Real Madrid var tað umráðandi, ikki at tapa fyrru fjórðingsfinalu – og fyri Atletico Madrid, fáa teir veruliga sett eld í dystin á Bernabeu, um teir kunnu leggja seg á odda. Tá skal Real Madrid skora tvær ferðir.

 

Í hinari fjórðingsfinaluni sum var leikt í kvøld, spældu Juventus og Monaco. Har var heldur ikki talan um ein serliga undirhaldandi dyst. Einsamalla í dystinum kom tá 57 minuttir vóru leiktir, tá Arturo Vidal umsetti brotsspark í málið, soleiðis at endaliga støðan gjørdist at Juventus vann fyrru uppgerðina 1-0.

 

Í morgin verða tvær fjórðingsfinalur á skránni eisini. Tær eru Paris Saint Germain-Barcelona og FC Porto-Bayern Munchen.

 

 

Úrslitini í kvøld:

 

Atletico Madrid – Real Madrid 0-0 (0-0)

 

Juventus – Monaco 1-0 (0-0)

1-0 Arturo Vidal (Brotsspark, 57)