Í gjár var Marjun Lómaklett, integratiónprestur, á vitjan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, Súna í Hjøllum.
- Tá flutt verður til eitt nýtt land, kann hetta hava við sær nógvar spurningar, ivamál og avbjóðingar av ymiskum slagi.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður víst á, at Fólkakirkjan hevur sett integratiónsprest, sum tilflytarar, teirra avvarðandi og onnur kunnu seta seg í samband við til tess at fáa ráð og vegleiðing.
- Fólk eru eisini vælkomin til bert at tosa við Marjuna Lómaklett um øll viðurskifti og spurningar, sum leika á, vísir kommunan á.
Gjørdur er ein faldari á føroyskum og enskum, og hesin kann eitt nú fáast kommunuskrivstovuni.
- Eru spurningar ella ivamál, ber altíð til at ringja til Marjuna Lómaklett á tlf. 237345, og samband fæst eisini umvegis Facebook-síðuna - ”integratiónsprestur”/integration vicar", leggja tey í Nes kommunu aftrat.