Risabót fyri at bróta reglur viðvíkjandi børnum

Írska dátueftirlitið hevur dømt Instagram eina methøga bót upp á 405 millónir evrur fyri brot á reglarnar um handfaring av persónsupplýsingum hjá børnum

Tað upplýsir eftirlitið í dag sambært tíðindastouni AFP.

Bótin svarar til góðar tríggjar milliardir krónur.

– Vit samtyktu endaligu avgerðina fríggjadagin, og hon inniber eina bót upp á 405 milliónir evrur, upplýsir eftirlitið, Ireland's Data Protection Commission (DPC), í eini fráboðan.