Móti
Kantinan á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin var mikukvøldið 4. apríl karmur um eitt sonevnt “inspiratiónskvøld” fyri frisørar. Tað vóru 3. árs frisørlærlingar á Tekniska Skúlanum í Havn, ið skipaðu fyri kvøldinum, har tær sýndu fram nýggjasta hár og makeup mótan. Frisørlærlingarnir sýndu fram síni kreativu evnir við at pynta og styla. Endamálið var at sýna fram nýggjasta mótarákið innan frisørvinnuna.