Insignia – ársins bilur í Evropa 2009

Insignia er navnið á nýggja Opel, sum avloysir núverandi Opel Vectra. Insignia er longri og breiðari enn forgangarin og er harvið ein størri og rúmligari bilur. Insignia er kosin Ársins bilur í Evropa 2009

Opel eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, Insignia, sum avloysir núverandi Opel Vectra. Insignia hevur heilt skift stíl í mun til forgangarin. Talan er um ein supermodernaðan bil við sportligum designi og kvaliteti á sera høgum støði.


Við hesum nýggja Insignia hava Opel sera góð kort á hondum í hørðu kappingini um kundarnar í hesum klassanum. Insignia er ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvisvernd. Bilurin er stórur og rúmligur í allar mátar. Gott pláss til fimm ferðandi og teirra viðføri. Viðførisrúmið er 520 litrar.


Hesin nýggi Insignia er 4,83 m langur og er sostatt umleið 20 cm longri enn núverandi Vectra. Eins og forgangarin verður Insignia gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar. Stationcar útgávan, Insignia Sports Tourer, sum kemur í apríl, er ein rættuliga stórur bilur, hann er 4,91 m langur, 8 cm longri enn hatchback og sedan útgávurnar.


Essentia, Edition og Cosmo


Insignia fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Essentia, Edition og Cosmo, sum er tann best útgjørdi. Insignia fáast við hesum bensinmotorum: 1,8 litra við 140, 1,6 litra turbo við 180 hk, 2,0 litra turbo við 220 hk og 2,8 litra V6 turbo við 260 hk, og við 2,0 CDTI dieselmotorum við ávikavist 110, 130 og 160 hk.


Insignia verður gjørdur í Týsklandi á Opel verksmiðjuni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og framkomnu bilverksmiðjum í heiminum.


Opel Insignia kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 290.000 krónum.