Umframt Jógvan Amonsson eru nú tríggir aðrir stjórar og eigarar í grannskoðarafyritøkuni INPACT
Grannskoðaravirkið INPACT er umskipað og hevur nú 4 løggildar grannskoðarar bæði í leiðsluni og sum eigarar. Av teimum 4 er 2 statsautoriseraðir grannskoðarar. Umframt Jógvan Amonsson, sum hevur verið einsamallur stjóri síðani 2000, eru nú: Fróði Sivertsen, Jógvan Joensen og Heini Thomsen stjórar og eigarar.
?Slík umskiping hevur til endamáls at styrkja bæði leiðsluna og arbeiðið í gerandisdegnum fyri at veita kundum okkara eina enn betri tænastu. Við 2 statsautoriseraðum, 2 løggildum og 4 skrásettum grannskoðarum, umframt fleiri við viðkomandi útbúgvingum, er INPACT í fremstu røð at loysa verandi og komandi avbjóðingar innan kjarnuøkini roknskap, grannskoðan, skatt og ráðgeving á hægsta tænastustigi?, sigur Jógvan Amonsson og leggur afturat, at ?víðkaði leiðslubólkurin gevur størri rásarúm í mun til í dag, og kundarnir fara at merkja hetta við betraðum samskifti, styttri atgerðartíð og harvið ? sum heild - einum hækkaðum tænastustigi?, verður sagt í tíðindaskrivi frá INPACT.