Eftir eina heldur slaka byrjan fyrst í árinum, eru hjólini aftur byrja at mæla, soleiðis at persónsskattainntøkurnar í Klaksvíkar kommunu nú eru komnar upp á saman støði sum í fjør.
- Tað er serliga vøksturin í august mánaði, sum hevur ávirkað gongdina rætta vegin, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Fyrr í ár varð tosað um, at inntøkurnar í kommununi vóru nakað lægri enn mett. Tí er tað gleðiligt, heldur býráðið, at gongdin nú er vend, og at pílarnir aftur peika rætta vegin.
- Nú fýra mánaðir eru eftir av árinum, kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar aftur eru í vøkstri, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum heldur hetta vera gleðiligt, samstundis sum hann vónar, at góða gongdin fer at halda fram.
Virksemið í Klaksvíkar kommunu er støðugt, og tí verður roknað við, at metingarnar fyri 2021 koma at halda, tá árið er liðugt.
Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at skattainntøkan í august var 17,7 miljónir krónur, sum er 1,7 miljónir meira enn sama mánaða í 2020. Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt fyri 2021, verður roknað við árligari skattainntøku á umleið 305 miljónir krónur.











