Inntøkurnar hjá fiskimonnum farnar upp í loft

Hýrurnar eru hækkaðar munandi hetta árið

Inntøkurnar hjá fiskimonnum eru munandi hægri í ár. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hagstovan vísir, at sum heilt hava føroyingar tjent væl meiri higartil í ár enn í fjør, men serliga eru tað fiskimenn, sum hava tjent munandi meiri.

 

Higartil í ár eru 723 milliónir krónur goldnar í hýrum og 112 milliónir krónur ella  heili 18,3 prosent meiri enn í fjør.

 

Hýrurnar fyrra hálvár vóru munandi hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tá var talan um eina framgongd upp á 25 prosent í fyrra hálvárið í ár, afturímóti í fjør. Men seinastu tveir mánaðirnar hava hýrurnar verið á sama stigi sum árið fyri og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 18,3 prosent, sum heild.