Jan Højgaard
Kor fiskimanna skulu betrast, og hetta skal gerast í sáttmálasamráðingum og við at varðveita og útbyggja lógarfestar skipanir.
Tað hevur í longri tíð verið eitt miðvíst trýst á inntøkutrygdina og sjómannaskattin. Fiskimaðurin hevur verið fyri hørðum ágangi frá nógvum síðum. Tað tykist sum, at fleiri í politisku skipanin kappast um at koma við uppskotum, sum kunnu gera korini hjá fiskimannafamiljunum munandi verri.
Vit sóu í uppskotinum til fíggjarlóg fyri í ár, at játtanin til minstulønina var als ikki nevnd í uppskotinum, og í august í fjør var játtanin til minstuløn uppi. Tíbetur var hetta fingið upp á pláss.
Útsagnirnar eru, at sjómannaskatturin og minstalønin skal takast av. Lat meg bara gera tað heilt greitt, at tað verður ikki við mær sum formanni, at hetta fer at henda. Eg veit, at í hesum máli fara vit at standa saman sum ein maður. Felagið hevur fyrr verið í ógvusligum orrustum, og tað skulu vit ikki smæðast at endurtaka um neyðugt.
Betra kor fiskimanna
Eg vildi ynskt, at landsins myndugleikar vendu sær til okkara við spurninginum, hvussu vit í felag kunnu betra kor fiskimanna. Tað tykist, sum at øll halda, at sjófólk eru slík, sum forvinna milliónir og liva í sús og dús. Hetta er bara langt frá tí veruleika, sum eg upplivi hann.
Vit kunnu eisini bara hyggja eftir hagtølunum fyri at staðfesta, at inntøkurnar hjá nógvum av limum okkara í løtuni ikki eru stórt meir enn minstalønin. Og tað vita vit, at av minstuløn livur ongin eina greivatilveru – tvørturímóti.
Kor fiskimanna skulu betrast, og hetta skal gerast bæði við sáttmálasamráðingum umframt at varðveita og útbyggja nakrar lógarfestar skipanir.