- Lógin um inntøkutrygd fiskimanna virkar, og tá er tað líka mikið, um peningur er settur á fíggjarlógina ? ella ikki. Eg haldi, at fiskimenn kunnu vera púra róligir Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, er við í nevndini, sum er sett at arbeiða við broytingum í inntøkutrygdini.
Hann heldur ikki, at nøkur grund er til panikk, sum hann tekur til.
- Líkamikið, um peningur er settur av á fíggjarlógini ella ikki, er lógin um inntøkutrygd kortini galdandi. Soleiðis noyðist tað almenna eisini at gjalda tað, sum fiskimenn sambært lógini hava krav upp á, um einki annað er samtykt til ta tíð.
Tað ræðir ikki Viberg, sum hann sjálvur tekur til, at eingin peningur í løtuni er settur av í framlagda fíggjarlógaruppskotinum til inntøkutrygd fiskimanna.
- Ætlan landsstýrisins er at broyta alla inntøkutrygdina. Ein nevn er sett at koma við uppskoti um broytingar. Megnar nevndin at hava eitt uppskot klárt, sum kann fremjast í verki, áðrenn fíggjarlógin fyri komandi ár verður endaliga samtykt, verður tann skipanin sett í verk.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur seg eisini hava skilt, at megnar nevndin ikki at semjast um eina nýggja skipan, heldur gamla skipanin við inntøkutrygd fram.
- Hesum eri eg rættiliga vísur í, leggur Viberg Sørensen aftrat.
Ymiskar nýhugsanir eru komnar fram um, hvussu inntøkutrygd fiskimanna kann skipast øðrvísi.
- Koma vit undir land við eini øðrvísi skipan enn henni, sum er galdandi í dag, er ilt at siga í løtuni, hvat hon kemur at kosta. Tí er eingin peningur settur av á fíggjarlógini til inntrygd í løtuni, sigur Viberg Sørensen.