Inntøkurnar minkaðar við einum fjórðingi

- Higartil í ár eru inntøkurnar hjá teimum, sum sigla við partrolarunum, í miðal lækkaðar við einum fjórðingi. Hjá teimum, sum eru við lemmatrolarum og línuskipum, er minkingin eini 10-15%, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag

Fiskivinna

Hóast fiskiskapurin hjá línubátum, partrolarum og lemmatrolarum sum heild hevur verið góður í ár, eru hýrurnar hjá teimum, sum sigla við hesum skipum, lækkaðar munandi.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, hevur hugt at tølunum, men hevur enn ikki kannað tey so ógvuliga gjølla.
- Tó kann eg siga, at hýrurnar hjá teimum, sum sigla við partrolarunum, eru tær, sum hava verið fyri størstu afturgongdini.
Hann sigur, at miðallækingin er eini 26%. Hjá summum er lækkingin størri og minni hjá øðrum.
- Sambært tølunum, eg havi hugt at, er líkt til, at munandi afturgongd eisini hevur verið hjá teimum, sum sigla við línubátunum og lemmatrolarunum.
Hann heldur, at miðallækkingin her liggur um eini 10-15%, og kanska eru teir við lemmatrolarunum heldur verri fyri enn teir, sum sigla við línuskipunum.

Upsin koksar

Orsøkin til, at manningarnar umborð á partrolarunum eru ringast fyri, er, at upsaprísurin fullkomiliga er koksaður ? og hesir bátarnir veiða í nógv størstan mun upsa.
- Í løtuni liggur upsaprísurin á umleið 3 krónum fyri kilo, og onkuntíð er hann enntá lægri. Ein slíkur prísur ber ongum uppi í longdini, hvørki skipi ella manning.
Jákup Sólstein vísir á, at vit hava fingið nýggjar trolarar, og aðrir eru á veg.
- So, hetta verður ein keðilig støða, um upsaprísurin ikki fer at kvinka uppeftir aftur nakað skjótt. Í løtuni dugi eg tó ikki at síggja, at her verður nøkur knapplig vend tann rætta vegin.
Hann sigur, at inntøkurnar hjá teimum, sum fiska pelagiskan fisk, eisini hava verið fallandi í ár, men hann veit ikki at siga, hvussu stór henda lækking hevur verið.
- Svartkjaftaveiðan hevur verið góð, men bæði prísirnir á ídnaðarfiski, sild og makreli eru lækkaðir, og hetta sæst aftur í inntøkunum, sigur Jákup.

Selja beinleiðis

Reglan um, at í minsta lagi triðingurin av veiðini hjá skipunum skal um uppboðssølu, er broytt fyri eini tíð síðan. Kunngerðin, sum álegði, at so skuldi verða, er avtikin. Tí kunnu skipini nú selja alla sína veiði beinleiðis til virkini ? uttan um uppboðssøluna.
Í Sosialinum í gjár, segði Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya, at nógvir trolarar selja upsan beinleiðis til virkini.
- Vit landa tískil næstan ongan upsa í løtuni, legði hann aftrat.
Jákup Sólstein vísir á, at reglan um, at fiskur, sum fer feskur og óvirkaður av landinum, skal um uppboðssølu, tó framvegis er galdandi. Somuleiðis er galdandi, at skip ikki skulu landa meira enn 25% av veiðini beinleiðis í útlandinum.
- Vit hava einki ímóti, at tvingaða uppboðssølan er broytt, soleiðis at marknaðarkreftirnar í enn størri mun sleppa at ráða, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.

Fer at tátta í

Jákup Sólstein væntar, at kemur ikki vend í við upsaprísunum, sum smá útlit eru til í løtuni, fer tað at tátta í hjá partrolarunum og lemmatrolarunum.
- Men gongdin er misjøvn. Tølini, eg havi nevnt, eru miðaltøl.
Hann visir á, at eitt er, at upsaprísurin hevur verið so serstakliga lágur, men prísirnir á hýsu hava eisini verið ógvuliga vánaligir.
- Eg vænti tó, at hýsuprísirnir fara at kvinka uppeftir aftur, tá ið líður út á heystið.
Spurdur, um Føroya Reiðarafelag hevur varnast, at menn eru farnir í land av skipum, tí inntøkan er fallin, sigur Jákup Sólstein at enda.
- Vit hava ikki hoyrt nógv um hetta, men nakað er um, at menn eru farnir av skipum av hesi orsøk, sigur hann.