Inntøkur í Atlantis skulu fara til íløgur

Hetta sigur Jórun Høgnesen, formaður í metanarnevndini í Klaksvíkar Býráð. Hon sigur, at stuðulin til húsið varð settur eftir mettum tørvi til rakstur og lønir. Alt annað skal so gjaldast við møguligum inntøkum í húsinum

Klaksvík:
- Hetta varð alt gjørt í tí vón, at húsið einaferð við tíðini fer at hvíla í sær sjálvum, sigur Jórun. Men hon veit væl, at tað er ein sera trupul uppgáva at loysa. Hon sigur eisini, at tað var sanniliga eitt stríð at fáa Atlantis upp aftur at koyra, men tað eydnaðist, og nú má tað ikki detta niður fyri aftur.
- Ætlaninar hjá Jógvani Eliassen eru avbera spennandi, men tær eru ikki viðgjørdar enn. Tað vil siga, at tær hava enn ikki verið fyri í hvørki býráðnum ella mentanarnevndini.
Jórun sigur, at Atlantis fær ein stuðul upp á 500.000 krónur um árið til rakstur og lønir. Og so var ætlanin, at íløgur skuldu fíggjast við inntøkum í húsinum. Men Jórun veit, at tað fer ikki at bera til at gera íløgur uttan stuðul, so hon heldur at, um tey skulu fylgja tíðini, so kann ein rokna við at, tað helst at koma onkrar íløgur, sum kommunan fer at stuðla.
Hon sigur, at aðalmálið við Atlantis var, fyrst og fremst at lata húsið upp aftur. Og Jórun heldur, at við góðum samstarvi millum leiðslu, húsastýrið og kommununa, so má tað kunna virka.
- Tá vit av fyrstan tíð fóru í holt við at loysa trupulleikan við Atlantis, tá gjørdi kommunan av at seta eitt húsastýrið, sum er suverent. Tað vil siga, at stýrið tekur allar avgerðir, sum hava við húsið at gera. Millum annað gjørdi stýrið av at seta ein dagligan leiðara. Men eg havi tosað fleiri ferðir við Jógvan um hansara ætlanir, hóast eg havi verið nógv burturstødd ta seinastu tíðina. Eg haldi so avgjørt at, ætlaninar hjá Jógvani eru spennandi, men tað tekur tíð at viðgera slíkt, sigur Jórun Høgnesen og leggur aftur at, at leiðarin í Atlantis altíð er vælkomin at tosa við kommununa.