Inntøkan minkað og nýtslan stendur í stað

EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI. Flatskatturin hevur ikki ikki sett ferð á nýtsluna og samstundis er inntøkan av skatti nógv minkað

Flatskatturin hevur ikki virkað heilt eftir ætlan.
Tað kann staðfestast, nú vit hava havt hesa nýggju skattaskipanina í eitt ár.
Eitt endamál við nýggju flatskattaskipanini var at seta gongd á samfelagið.
Tað skuldi gerast við at geva fólki meiri pengar sum hendi so at tey fóru at brúka meiri.
Eitt annað endamál var, at flatskatturin skuldu eisini eggja fólki til at arbeiða meiri.
M Nú fyrsta árið við flatskatti er farið aftur um, er lítið, sum bendir á, at nýggja skattaskipanin hevur sett nakran serligan futt í.
Eitt nú kann staðfestast, at fyribils vísa uppgerðirnar, at landskassin hevur fingið nógv minni inn í skatti.
Hinvegin er innflutningurin ikki vaksin og inntøkurnar hjá landskassanum av mvg, eru ikki vaksnar.
Skatturin fyri í fjør er ikki endaliga gjørdur upp enn. Men ein fyribils uppgerð vísir, at inntøkan av vanligum lønarskatti var 1.231 milliónir í fjør. Tað eru 274 milliónir minni enn í 2011, tá ið ein fyribils uppgerð vísti, at inntøkan av vanligum skatti var 1.505 milliónir.
Men Taks hevur roknað seg fram til, at taka vit staðfestu inntøkurnar av skatti í 2011 og samanbera skattastigan fyri 2011 og skattastigan fyri 2012, vísir úrslitið, at í fjør hevði inntøkan av landsskatti verið 291,91 milliónir minni enn í 2011.
Her skal kortini viðmerkjast , at tá er hækkingin av barnafrádráttinum á 1.000 kr. í landsskattinum fyri 2012, tald við.
Hon kostaði landskassanum slakar 14 milliónir. Verður hon ikki tald við, hevði inntøkan av landsskattinum verið 278 milliónir minni í fjør, enn í 2011.
Tað, sum bjargar árinum í fjør, er, at ein fyribils uppgerð vísir, at í fjør fekk landskassin 213,2 milliónir inn við at forskatta pensjónir.

Stendur í stað
Annars vóru 7.090 milliónir útgoldnar í lønum í fjør og tað eru 238 milliónir meiri enn í 2011, tá ið lønargjaldingarnar vóru 6.852 milliónir
Í 2012 vórðu útgoldnar 7.090 milliónir kr. í lønum, og var hetta 238 milliónir meira enn í 2011 og í sær sjálvum átti tað at kasta meiri skatt av sær, var skattastigin óbroyttur.
Annars vísa hagtølini, at arbeiðsloysið er minkað niður í 4,6%, men samstundis stendur talið á løntakarum í stað.
At arbeiðsloysið er minkað, merkir sostatt ikki, at fleiri arbeiðspláss eru skapt.
Annars upplýsir Hagstovan, at inntøkan hjá landskassanum av mvg í fjør, er ikki endaliga gjørd upp.
Men haðani verður upplýst, at verður mvg, sum landsstovnar og kommunur rinda, eru mvg-inntøkurnar, leyðsliga mett, hækkaðar eini 2,5% til 3% í fjør, ella 20-30 milliónir í fjør aftur ímóti 2011.
Innflutningurin var umleið 1.040 milliónir í fjør og tað vaks upp á umleið 1.070 milliard í fjør.
Tað er lítið meiri enn vanligur prísvøkstur, sigur Hagstovan.
Hetta samsvarar væl við, at innflutningurin er ikki vaksin í fjør.
Somuleiðis vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum, stendur í stað og innflutningurin av byggitilfarið er minkaður eitt vet.
Hinvegin er innflutningurin av bilum nógv vaksin og at oljuprísurin er nógv uppfarin, merkir sostatt eisini, at innflutningurin at brennievni er nógv vaksin.
Hinvegin hevur Hagtstovan ikki tøl fyri nýtsluna av vørum og tænastum, sum eru framleidd í Føroyum, men at inntøkan av mvg ikki er vaksin, bendir á, at heldur ikki tann nýtslan er økt.