Inntøkan hjá fiskimonnum framvegis góð

Hendan talvan vísir, hvussu inntøkurnar hjá fiskimonnum hava verið tey seinastu árini.
Talvan vísir miðaltøl fyri samlaðu hýruna hjá dekkara fyri tey seinastu 10 árini, og ber tí væl til at síggja gongdina.
Taka vit eina dagløn hjá arbeiðara, so er hon fyri ein 8 tíma dag kr. 865. Fiskimannafelagið sigur, at tað, sum er útyvir tað, er tað, sum fiskimaðurin fær eyka fyri yvirtíð, arbeiði sunnudagar v.m.Fiskimannafelagið sigur, at í ár mugu vit ásanna, at trøini vaksa ikki inn í himmalin.
? Í fleiri ár er inntøkan hækkað, tí bæði fiskiskapur og prísir hava verið góðir . Men nú er prísgongdin vend, og hetta merkir lækkandi inntøkur fyri ein stóran part av flotanum. Men hetta er ikki óvæntað, tí hjá fiskivinnuni hevur altíð gingið upp og niður.Kortini ber ikki til at siga, at inntøkurnar í ár hava verið vánaligar.
Rækjuskipini eru tey, sum eru ringast fyri. Her er vent í holuni afturímóti fyri nøkrum árum síðani. Størstu broytingina hava ísfiskalínuskipini. Tað er ikki so øgiliga nógv ár síðani, at fægstu túrir undir Føroyum góvu meira enn minstuløn. Í dag gevur tað meira at sigla við línuskipi enn við ísfiskatrolara. Hetta kann siga nakað um, hvussu ringt tað kann vera at meta um framtíðina, sigur Fiskimannafelagið.
Seinastu árini hava inntøkurnar verið hesar í miðal upp á mannin um dagin, tá ið alt er talt við.

Stórir ísfiskatrolarar:
2003: 1617 kr. um dagin
2002: 1728 kr. um dagin
2001: 1584 kr. um dagin
1994: 830 kr. um dagin

Smáir ísfiskatrolarar:
2003: 1478 kr. um dagin
2002: 1855 kr. um dagin
2001: 1892 kr. um dagin
1994: 810 kr. um dagin

Ísfiskalínuskip:
2003: 1826 kr. um dagin
2002: 1732 kr. um dagin
2001: 1483 kr. um dagin
1994: 772 kr. um dagin

Ídnaðarfiskitrolarar:
2003. 1037 kr. um dagin
2002: 1240 kr. um dagin
2001: 782 kr. um dagin
1994: 888 kr. um dagin

Nótaskip:
2003: 2847 kr. um dagin
2002: 3743 kr. um dagin
2001: 3849 kr. um dagin
1994: 1187 kr. um dagin

Rækjutrolarar:
2003:1178 kr. um dagin
2002: 1234 kr. um dagin
2001: 1152 kr. um dagin
1994: 880 kr. um dagin


Hekkutrolarar:
2003: 1942 kr. um dagin
2002: 2252 kr. um dagin
2001: 1790 kr. um dagin
1994:1442 kr. um dagin

Garnaskip á svartkalva-
og havtaskuveiðu:
2003: 1383 kr. um dagin
2002: 1421 kr. um dagin
2001: 1686 kr. um dagin
1994: 915 kr. um dagin


Gongdin í ísfiskaveiðuni