Inntøkan er lækkað 20% seinastu seks árini

Útróðrarmenn mótmæla harðliga ætlanini hjá landsstýrinum at skerja inntøkutrygdina

Inntøkutrygd

? Hetta visir, hvussu lágt, landsstýrið raðfestir okkum útróðrarmenn.
Tað er fyrsta viðmerkingin hjá formanninum í Meginfelag útróðrarmanna til nýggjasta útspælið frá landsstýrinum
Landsstýrið ætlar at broyta lógina um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
Men broytingarnar eru falnar útróðrarmonnum kring landið fyri brostið, tí teir siga, at broytingarnar eru til tað verra.
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, minnir á, at lógin um minstaforvinning er frá 1997.
Í løtuni fáa útróðrarmenn 8.200 krónur um mánaðin í minstaforvinningi.
?Men hetta er ein upphædd, sum er beinleiðis ásett í lógini. Sostatt er hon ongantíð dagførdm hvørki eftir prístalinum, ella í aðrar mátar.
Hann sigur, at hesa tíðina er príslagið í samfelagnum hækkað eini 20%, so í veruleikanum er minstiforvinningurin lækkaður 20% hesi árini.

Treytirnar harðna
Auðunn Konráðsson sigur, at samstundis er ætlanin at gera treytirnar verri fyri at fáa minstaforvinning.
Í løtuni er treytin fyri at fáa minstaforvinning í høvuðsheitum, at báturin hevur fiskað fyri 54.000 krónur upp á mannin teir seinastu seks mánaðirnar.
Og hava teir aðra inntøku afturat útróðrinum, verður tað mótroknað 50%.
Tað merkir, at hvørja ferð, ein útróðrarmaður forvinnur 1.000 aðrastaðni enn í útróðri, minkar minstiforvinningurin 500 krónur.
Auðunn Konráðsson sigur, at vinnur ætlanin hjá landsstýrinum frama, skal tað, sum ein úitróðrarmaður forvinnur umframt útróðurin, nú mótroknast 65%.
Tað merkir, at hvørja ferð, ein útóðrarmaður forvinnur 1.000 krónur í aðrari vinnu, missur hann 650 krónur av minstaforvinninginum.
?Samstundis er ætlanin at hækka markið fyri, nær ein hevur rætt at fáa minstaforvinning upp í 75.000 krónur upp á mannin seinasta hálvárið.
formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at Meginfelagið tískil hevur mótmælt ætlanini hjá landsstýrinum.
? Hetta tykir mær undarligt, serliga nú prísirnir eru lækkaðir so nógv. Eitt nú fáa vit ikki meiri enn 2-3 krónur fyri kilo av hýsu, sum vit fáa mest av.

Óverulig tøl
Auðun Konráðsson sigur er átalar eisini, at myndugleikarnir ikki vilja brúka sáttmálan hjá Meginfelag Útróðrarmanna sum grundarlag.
? Tá ið minstiforvinningurin verður roknaður út, verður gingið út frá, at manningin fær 42% av avreiðingarvirðinum.
Men nú hendir so eisini tann broytingin, at vísir avrokningin, at menninir fáa meiri enn 42%, skal tað talið brúkast.
? Men hetta er als ikki veruleikin, tí manningin fær ofta minni enn tað. Eitt nú kann báturin hava nógvar útreiððslur, men tær verða ikki tiknar við.
Hann sigur, at felagið fer eisini at biðja um fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum í eini roynd at gangafrá ætlanini.
Hann sigur, at tað er týðiligt, at ætlanin hjá landsstýrinum hevur als ikki til endamáls at tryggja útróðrarmonnum eina inntøku. Endamálið er at spara pening, sigur Auðunn Konráðsson.
Eisini Tvøroyrar Útróðrarfelag mótmælir ætlanini. teir siga, at serliga um veturin er lítið at fáa við snellu, so tað verða nógvir bátar, sum ikki koma upp á 75.000 krónur upp á mannin í avreiðingarvirðið í eitt hálvt ár og soatt fáa teir als ongan minstaforvinning.