Hvønn tosar Gunnar við í Manchester City um skaðan og hvat er tað einasta positiva, ið Gunnar sær við skaðanum? Sosialurin møtti Gunnar á Carrington, ið er venjingarstøðini hjá Manchester City.
Tróndur Arge – Manchester, Carrington
Bæði Manchester City og Manchester United hava sínar venjingarstøðir á Carrington økinum nakað uttan fyri miðbýin í Manchester. Tað er bara ein smalur vegur í førur til Carrington og økið kring venjingarstøðina hjá Manchester City kundi eins væl verið eitt øki úti á landinum í Føroyum.
Bráddliga snarar hýruvognsførarin til vinstru og kemur fram á ein ljósabláan bumm. Í búrinum fyri endan á bumminum hyggur ein eldri maður leitandi eftir at hýrivogninum. Men so skjótt hann sær, at tað er Gunnar, ið situr aftanfyri, so er hann skjótur at lova hýrivogninum framvið.
Hýrivognurin koyrur fram til inngongina til Carrington og steðgar. Tað eru fáir bilar á parkeringsøkinum, tí flestu leikararnir eru á gistingarhúsi, tí teir skulu spæla um kvøldið. Eldri harrin í búrinum, sum er um tey hálvthundrað, hevur rulla sær ermarnar upp og kemur gangandi við einum stórum smíli og spyr Gunnar hvussu hann hevur tað. Gunnar má hava hjálp fyri at sleppa úr hýrivogninum, so ilt hann hevur í knænum.
Eisini í inngongini eru fólk fyrikomandi og smílandi, tá Gunnar kemur inn á krykkum. Leiðin gongur inn gjøgnum eina smala gongd, har myndir av fleiri av núverandi leikarunum eru á vegginum. Gunnar fer beina leið til viðgerð og at fáa staðfest hvussu álvarsamur skaðin er.
Meðan Gunnar fær viðgerð fyri skaðan vísur eldri harrin, sum er skoti, sosialinum runt á Carrington. Í vektrúminum er ein skaddur Nigel de Jong í hold við at styrkja sær bringuna, meðan Adam Johnson, sum eisni er skaddur í løtuni, roynur at styrkja sær beinini, meðan hann tykist senda eitt sms. Á einum sjónvarpsskýggja uttanfyri matstovuøki á Carrington er ein mynd av Gunnari Nielsen við eini heilsan um góða betring.
Stutt eftir kemur enski landsliðsleikarin, James Milner, inn í matstovuøki og sendur eina viðmerking eftir kokkinum. Kokkurin er skjótur at svara aftur og James Milner fer at flenna. Síðani fær hann matin, ið hann hevur bílagt og setist við eitt borð. Stemningurin millum arbeiðsfólkini og leikararnar er sera góður.
Tveir tímar seinni kemur Gunnar inn í matstovuøki og setur seg niður. Tíðindini eru ikki góð. Hann byrjar við at forklárar hvat tað var sum hendi í dystinum móti Bolton seinasta mikukvøld.
-- Tað sum hendi er, at ein bóltur verður spældur inn um verjuna hjá okkum. Ein framherji hjá teimum kemur rennandi móti mær við einum verjuleikara hjá okkum í rygginum. Eg fari út ímóti fyri at verja fyri skotinum, men í somu løtu ger verjuleikarin hjá okkum eina takling. Tað endar við, at eg fái hansara knæ í skinnabeini hjá mær, sigur Gunnar og vísur við fingrinum rennimynstri hjá øllum leikarunum.
Samanstoyturin er so harður, at skinnabeini hjá Gunnari setist afturav áðrenn tað hoppar upp á pláss aftur.
• Eg minnist bara hvussu nógva pínu eg hevði og eg var vísur í, at eg hevði brotið beini, tí eg merkti hvussu skinnabeini flutti seg og hoppaði upp á pláss aftur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at hetta er heilt gali. Minnist eisini hvussu læri spenti seg saman og blóði(ð?) fór at pumpa. Eg rætti hondina upp fyri at siga frá, at eg hevði brúk fyri hjálp umgangandi, sigur Gunnar og koyrir hondina upp í loft meðan hann forklárar.
Gunnar bleiv borin av vøllinum á børi við iltmasku. Beini var umgangandi lagt í ein skinnara og so gekk leiðin beint á sjúkrahúsið.
• Eg kláraði næstan ikki at hugsa fyri pínu, meðan eg bíðaði eftir sjúkrabilinum. Tað gekk eitt korter áðrenn sjúkrabilurin kom fram, men tað kendist nógv longri. Eg mátti eisini fáa fatur á eini fartelefon, so eg kundi ringja heim og siga tað við tey nærmastu, so tey ikki fingu tað at vita aðrastaðni frá og ikki vistu hvat var hent og hvussu eg hevði tað, sigur Gunnar víðari.
Gunnar hevur fingið eina fyribils staðfesting av skaðanum og tað sær ikki gott út.
- Aftara krossbandið í knænum er farið og uttara liðbandið á knænum, sum festur í skinnabeini, er loysna frá. Eisini er ein vøddi í knænum illa farin, umfram at tað er nógv bløðin og veska í, so tað eru tríggir stórir skaðar í einum, sigur Gunnar heldur tungur á málinum.
Hóast tað er ringt at síggja nakað positivt í hendingini, so er Gunnar takksamur fyri, at hann hevur Manchester City at hjálpa sær við skaðanum.
• Vit hava fleiri hjálparfólk til dystirnar hjá okkum og tað gekk skjótt at fáa hjálp eftir hendingina. Um eg skal síggja nakað gott í hesum, so má tað verða, at eg eri í góðum hondum her í Manchester City. Teir hava alla tøkni tøka og fleiri fólk at taka sær av skøddum leikarum, sigur Gunnar og ljóðar meiri bjartskygdur(?) á málinum.
Greitt er, at Gunnar spælur ikki fótbólt aftur fyribils, men hvussu leingi væntar hann sjálvur at vera úti?
• Nú skal eg til ein serfrøðing í London týsdagin, men sjálvur eri eg innstillaður upp á, at hetta kann koma at taka heilt upp til eitt ár, tí skaðin er so umfatandi. Nú fáa vit so at síggja hvørji boð eg fái týsdagin, sigur Gunnar og tykist avkláraður við støðuna.
Í løtuni er Gunnar als ikki gonguførur og má hava hjálp av krykkum fyri at koma vegin fram. Men hvussu sær Gunnar upp á framtíðina?
-- Akkurát nú er tað strævið við krykkum og eg fái ikki gjørt nógv, so nú hugsi eg bara um at koma at ganga aftur og fáa allar førleikar aftur. Eg tosi eisini nógv við Michael Johnson(Manchester City leikari, blaðm.), sum hevur havt ein líknandi skaða og hann er komin heilt fyri seg. Hann sigur, at knæið hjá honum er sum nýtt. Nú havi eg hvat ein møguleika at hugsa um tingini í nakrar dagar og eg havi betri mót upp á at koma fyri meg nú, sigur Gunnar og leggur afturat.
• Eg má bara brynja meg við toli og eg eri klárur yvir, at hetta kann koma at taka langa tíð og tað sikkurt verða nógvir niðurtúrar á vegnum. Eg eri tó sikkur upp á, at eg og Manchester City koma ígjøgnum hetta saman, sigur Gunnar bestemtur á málinum.
Hetta er triðji skaðin há Gunnari í hesum kappingarárinum. Fyrst gjørdist hann skaddur, tá landsliðið tapti tepurt í Estlandi. Síðani kom hann fyri seg til dystin móti Italia, men eisini her gjørdist Gunnar skaddur.
• Hetta hevur verið eitt ótrúliga keðiliga kappingarár. Tveir teir fystru skaðarnir ávirkaðu nógv tíðina í Tranmere Rovers. Nú byrjaði tað at ganga gott aftur her í Manchester City, men nú hendir so hetta. Men aðrir leikarar hava verið skaddir og eru komnir fyri. Leikarar sum eitt nú Eidur Smári Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy eru kendir leikarar, ið hava havt álvarsamar skaðar, men teir eru komnir fyri seg, so kann eg eisini, sigur Gunnar.
Skaðin hjá Gunnari merkir, at hann má yvirgeva landsliðið plássið til onkran annað fyribils. Hvussu hevur hann tað við tí?
• Eg eri vónbrotin, tí mær dámar væl at spæla á landsliðnum og tað er altíð stuttligt at møtast við hinum føroyinginum. Vit hava fingið nøkur góð úrslit í seinastuni, so tað er keðiligt ikki at kunna spæla á landsliðnum. Nú verður so spennandi at síggja hvat landsliðsvenjarin(Brian Kerr, blaðm) velur at gera. Har eru fleiri, ið vilja sleppa framat, men velur hann Jákup Mikkelsen aftur, so er hann avgjørt eisini eitt gott val, sigur Gunnar.
Hóast støðan hjá Gunnari nærmast er tragisk, so er tað eitt, ið Gunnar gleðir seg til.
• Eg gramdi meg eina ferð í Dimmalæting um, at eg sum havnarmaður ikki hevði verið á Ólavsøku í fleiri ár. Um skráðin hjá mær verður løgt soleiðis til rættis, so hevði tað ikki verið so gali at sloppi á Ólavsøku fyri fyrstu ferð í átta ár, sigur Gunnar at enda við einum smílið.
Áveg út út Carrington steðga øll starvsfólkini á og spyra Gunnar hvussu stendur til. Støðan hjá Gunnari er ring, men tað er torført at ímynda sær, at hann kann fáa betri umstøður at koma fyri seg enn í Manchester City.
trondur@sosialurin.fo
“Eg hugsaði við mær sjálvum, at hetta er heilt gali”
“Eg mátti eisini fáa fatur á eini fartelefon, so eg kundi ringja heim og siga tað við tey nærmastu”
“eg eri í góðum hondum her í Manchester City”
“sjálvur eri eg innstillaður upp á, at hetta kann koma at taka heilt upp til eitt ár”
“Leikarar sum eitt nú Eidur Smári Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy eru kendir leikarar, ið hava havt álvarsamar skaðar, men teir eru komnir fyri seg, so kann eg eisini”
“Har eru fleiri, ið vilja sleppa framat, men velur hann Jákup Mikkelsen aftur, so er hann avgjørt eisini eitt gott val”
“hevði ikki verið so gali at sloppi á Ólavsøku fyri fyrstu ferð í átta ár”