Fyrr í ár var enski gentubólkurin, Spice Power, og vitjaði í Føroyum. Í hesum sambandi gjørdust tey bæði, Dánjal Petur Mariusarson og Sarah J. Forde, væl, og tí var tað ein sjálvfylgja, at Dánjal sendi fløguna hjá Tested on Humans til Sarah í Onglandi.
Sarah spældi fløguna fyri "manageranum" hjá sær, og hann helt, at hetta var rætti tónleikurin til hana, um hon skuldi geva fløgu út sjálv.
Hetta bleiv so avtalað við Tested on Humans, og tískil kom Sarah til Føroya fyri góðum tveimum vikum síðan og fór undir at syngja løgini inn av nýggjum.
Fýra løg á fløguni
Á stakfløguni hjá Sarah J. Forde verða fýra løg. Trý av hesum løgum eigur Tested on Humans, harav tvey eru á nýggju fløguni hjá bólkinum.
Øll hesi trý løgini hevur Sarah so sungið inn av nýggjum í Føroyum, og haraftrat eru tey eisini "peppað" eitt sindur upp.
Fjórða lagið verður innspælt í Onglandi, og tað er eisini har, at ætlanin er, at fløgan skal gevast út.
Enn er ikki greitt, hvat fyri plátufelag skal geva fløguna út, men millum annað Sony hevur víst ætlanini stóran áhuga.
Ætlanir um
víðari samarbeiði
Um Sarah veruligani fer undir eina "solokarrieru", so er ætlanin, at Tested on Humans framhaldandi skal smíða løg til hana.
Persónligi "managerin" hjá henni hevur sagt, at tónleikurin hjá bólkinum er júst tann rætti til hana, og hann er í ferð við at selja Sarah í Onglandi.
Dámdi væl Kjølar
Annars sigur Sarah við Sosialin, at hon sjálvan valdagin var niðri á Javnaðarcaféini og hoyrdi Kjølar spæla, og at hon dámdi teir sera væl.
Hon hevur eisini hoyrt Mark No Limits, og tað dámdi henni eisini framúr væl.
Sarah J. Forde setur í dag kós móti Onglandi aftur, áðrenn hon í komandi viku fer til Eysturríkis við Spice Power.