Innsavning til yvirgangsoffur

Savnað verður inn í Føroyum til avvarðandi teirra, sum fórust av yvirgangsatsóknunum í USA fyrr í hesum mánaðinum

 

Hjálpiarbeiði



Farið er undir innsavnan í Føroyum til tess at hjálpa teimum, sum vóru fyri missi av yvirgangsatsóknunum í USA tann 11. september.

Tað er gullsmiðurin í Gongini, Leif Erik H. Niclasen, sum stendur fyri innsavningini. Hann hevur fingið samband við amerikansku ambassaduna í København, sum hevur lovað at syrgja fyri, at innkomni peningurin kemur á rætta stað.

Fólk, sum vilja stuðla tiltakinum, kunnu seta penign á konto í føroysku peningastovnunum, eins og til ber at seta inn á postgirokonto. Kontoheitið verðurstutt og greitt: Hjálp til USA, sigur Leif Erik. Allar upphæddir eru kærkomnar, sigur hann.

Innsavningin er byrjað, og heldur á til allahalganadag tann 1. november. Tá verður innkomni peningurin sendur ambassaduni í København, sigur stigtakarin.

Leif Erik H. Niclasen er ikki ókendur í slíkum høpi. Hann hevur verið við til at savnað inn pening til ymisk góðgerandi endmál bæði her heima, í Kosovo, Afrika og hvar tað nú hevur verið brúk fyri tí.

Ikki tí, at hann fer undir tað av sínum eintingum, sigur hann, uttan at hann fær boð úr erva um at gera so.

Hann sigur seg sjálvan gera, júst sum tað stendur í sálminum hjá Mikkjali á Ryggi, at hann bert man:

»...gera, sum mín Guð tað vil,

hjálpa har, tað treingir til;

neyðarstaddan ei at gloyma

betri er enn gull at goyma.«