Á heimasíðuni, Kickstarter, verður í løtuni savnað inn til bók um ferðina hjá Arna Vatnhamar á Mount Everest.
Kickstarter er ein heimasíða, har íverksetarir kunnu skriva hugskot inná, og so kunnu fólk fíggja hugskotinum, um tey halda tað vera nóg gott.
Hetta verður nú roynt við bókini, sum fer at greiða frá, tá fyrsti føroyingurin setti fótin á tindin á Mount Everest í mai 2014.
Á Kickstarter stendur skrivað um bókina, at hon eftir ætlan skal koma út í marts 2015. Ætlanin er, at bókin skal koma út um hetta mundi, á 75 ára føðingardegnum hjá Merkinum.
Rithøvundur er Rúni Bjarkhamar, og skuldi alt gingið sum ætlað, so vórðu samrøðurnar við Arne Vatnhamar lidnar 5.desembur.